2020-12-10 10:07

Eftir tveir dagar við fleiri nýggjum smittutilburðum, varð ongin nýggjur smittaður staðfestur í Føroyum í gjár.
Tað vísa nýggjastu upplýsingarnir frá landslæknunum á corona.fo. Talið á smittaðum í dag er sostatt tað sama sum í gjár – 16.
997 kanningar vórðu gjørdar í gjár, sum allar nú eru liðugt greinaðar. Í alt eru 174.047 kanningar nú gjørdar.
Tilsamans hava nú 519 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 503 persónar staðfestir frískir aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald