2021-01-27 13:42

Eingin nýggjur koronusmittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
257 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og eingin smitta var at finna í teimum. Í alt eru 219.660 kanningar gjørdar í Føroyum.
Tilsamans hava 654 persónar fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. Í alt eru 645 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru átta persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald