2021-01-31 12:31

Eingin smitta varð staðfest í teimum 293 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Sostatt er eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum seinastu fimm dagarnar.
Talið á staðfestum tilburðum er framvegis 654, og 648 teirra eru staðfest frísk. Ein persónur er deyður við covid-19 í Føroyum. Í løtuni eru fimm persónar positivir.
Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 13 eru í sóttarhaldi.
Tilsamans 221.755 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald