2021-02-11 12:40

Í gjár varð eingin staðfestur positivur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
415 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar uttan ein eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 225.960 kanningar gjørdar í Føroyum.
Samlaða talið á staðfestum tilburðum í Føroyum er sostatt framvegis 657, og 652 eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við covid-19 í Føroyum.
Sostatt eru framvegis fýra persónar smittaðir í Føroyum í løtuni, og ein teirra er innlagdur á sjúkrahúsi. 19 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald