Innanlands

Eingin staðfestur positivur í gjár

Eingin nýggj smitta er staðfest í tríggjar dagar – Talið á positivum í løtuni er trý

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-02-19 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tríggjar dagarnar er eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

217 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og eingin smitta varð staðfest í nøkrum av teimum. Allar eru liðugt greinaðar.

Tilsamans eru nú 228.636 kanningar gjørdar í Føroyum.

Støðan er sostatt framvegis tann, at 658 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, harav 654 eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við covid-19 í Føroyum, og sostatt eru tríggir persónar positivir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 14 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder