2020-12-14 12:07

Í gjár fekk eingin staðfest covid-19 í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
247 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 176.667 kanningar gjørdar í Føroyum.
Støðan er framvegis tann, at 528 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum. Tilsamans eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar positivir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald