
Eingin persónur varð staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Hetta er triði dagur á rað, at eingin tilburður verður staðfestur.
Heldur eingin er staðfestur frískur seinasta samdøgrið, so talið á smittaðum og frískum stendur framvegis í stað.
Tilsamans hava 652 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 644 teirra eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður. Sostatt er talið á positivum í løtuni framvegis sjey.
Tveir persónar eru nú innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 20 eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 599 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 218.082 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald