2020-10-21 13:40
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eingin stórvegis fólkaskaði var í teimum báðum ferðsluóhappunum í morgun, tó var nakað av materiellum skaða.
Fyrst koyrdi ein bilur útav á Oyggjarvegnum sunnanfyri Mjørkadali, og síðani var eitt víkiskylduóhapp við Brúnna um Streymin.
Í fyrra óhappinum gleið bilurin í hálkuni og endaði á liðina, og ein av persónunum mátti hava hjálp at koma úr bilinum.
Báðir persónarnir í bilinum vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið og eru síðani útskrivaðir aftur uttan nakran stórvegis skaða, segði løgreglan við Útvarpið á middegi.
Í seinna óhappinum vóru tveir bilar uppií, men eingin fólkaskaði var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald