
Í morgun vóru eingi starvsfólk á dagstovninum Kura í Kollafirði. Sum skilst hava øll starvsfólkini meldað seg sjúk fyri at vísa teirra stuðul til Miðstovnin í Havn.
Tað var fyri tveimum vikum síðani, at Asta í Toft segði seg úr starvi sum leiðari fyri Miðstovnin aftaná 24 ár í starvinum.
Orsøkin var støðan á dagstovnaøkinum, har normeringarnir vóru ov lágir, og talið á námsfrøðingum ov lágt. Í Breddanum í farnu viku greiddi Asta í Toft frá, at tey á stovninum m.a. vórðu noydd at biðja foreldrini koma eftir børnum sínum í úrtíð, tí at ov fá starvsfólk vóru at taka sær av børnunum.
Hoyr samrøðuna her.
Í morgin er Kristi himmarferðardagur, men fríggjadagin er aftur vanligur arbeiðsdagur, og sambært heimasíðuni in.fo, sum hevur verið í sambandi við Connie Lassen, leiðara á dagstovninum Kura, vil leiðarin ikki siga, um starvsfólkini fara aftur til arbeiðis fríggjadagin.
Dagførd kl. 12.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald