2021-01-10 10:51

Talið á smittaðum í løtuni gongur støðugt niðureftir. Í gjár var eingin tilburður staðfestur meðan heili 11 vóru staðfest frísk aftur, eftir at hava havt covid-19, vísa tølini frá myndugleikunum.
783 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
Níggju av tilburðunum eru frá kekkiska landsliðnum, sum skuldi spæla móti Føroyum í vikuni. Dysturin varð avlýstur orsakað av tilburðunum, sum vórðu staðfestir tá teir komu til landið.
Persónarnir fóru av landinum longu dagin eftir, so talið rætta talið av covid-19 tilburðum Føroyum er í grundini 30 fólk, og tað er tað lægsta talið síðani 22. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald