Innanlands

Eingin tilburður í gjár

Trý fólk staðfest frísk aftur. Nú eru 10 persónar í Føroyum positivir við koronu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-07-02 11:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin smittutilburður varð staðfestur í koronukanningunum, sum vóru gjørdar í gjár.

1.284 kanningar vórðu gjørdar.

Tríggjar persónar vórðu staðfestir frískir aftur eftir at hava verið staðfestir positivir við koronu, og tí kemur talið á smittaðum niður á 10.

Tá tað var mest í hesari fimtu bylgjuni av koronu, var talið 49 fólk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder