Innanlands

Eingin tilburður í gjár – Tvey afturat frísk

Talið á persónum, sum eru smittaðir við koronu í løtuni, er nú 46 – 832 kanningar vórðu gjørdar í gjár

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-31 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð eingin nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Seinastu dagarnar hava millum fýra og seks nýggir tilburðir annars verið staðfestir á hvørjum degi. 832 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 277.192 kanningar gjørdar í Føroyum.

Umframt at eingin er staðfestur smittaður seinasta samdøgrið eru tveir persónar eisini staðfestir frískir aftur, og sostatt minkar talið á persónum, sum eru smittaðir í løtuni, niður í 46. 26 fólk eru eisini farin úr sóttarhaldi síðan í gjár, og eru nú 478 í sóttarhaldi.

Tilsamans 718 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, harav eru 671 persónar staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder