Innanlands

Eingin tilburður í næstan tvær vikur

566 korunukanningar vórðu gjørdar í gjár, og hetta er eitt nakað hægri tal, enn vanligt hevur verið í seinastuni

2021-03-25 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur er eitt samdøgur farið, uttan at nakar nýggjur koronusmittutilburður hevur verið staðfestur í Føroyum. Soleiðis hevur verið síðani 13. mars.

Ein persónur fekk staðfest smittuna í kanningunum frá 12. mars, og hóast hetta ikki er alment váttað, so bendir alt á, at talan er um venjaran hjá ukreinska hondbóltslandsliðnum hjá monnum, sum fór úr hagtølunum tíðliga í hesari vikuni.

Eingin persónur er smittaður innanlands í Føroyum síðani síðst í januar, men ymisk tilmæli standa framvegis við.

566 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og hetta er nakað meira, enn tað hevur verið í miðal seinastu tíðina.

661 persónar hava fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder