Í gjár varð eingin smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Hetta er fyrstu ferð í nærum tvær vikur, at vit hava ein dag uttan nýggjan smittutilburð. Seinast var 30. mai.
Seinasta samdøgrið er ein persónur afturat staðfestur frískur, og eru í løtuni 35 persónar smittaðir í Føroyum.
Tilsamans eru 755 persónar staðfestir smittaðir við koronu í Føroyum, og 719 teirra eru síðani staðfest frísk aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.
1077 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 292.157 kanningar. 227 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald