Innanlands

Eingin tilburður staðfestur í gjár

Enn eru 13 persónar staðfestir smittaðir í løtuni

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-04 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð eingin nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Støðan er sostatt framvegis tann, at 13 persónar eru smittaðir við koronu í løtuni. 781 persónar hava fingið staðfest koronu í Føroyum, og 767 persónar eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

889 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og tilsamans eru nú 313.863 kanningar gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder