Innanlands

Eingin veitsla ella røða hjá Harris

Kamala Harris kemur ikki við nakrari útsøgn enn. Hon skal venda tí í Wisconsin, Michigan) og Pennsylvania fyri at hava nakran møguleika

Harris-valveitsla hevur verið á Howard University, men tað byrjar at tømast (Mynd: EPA)

Harris-valveitsla hevur verið á Howard University, men tað byrjar at tømast (Mynd: EPA)

2024-11-06 06:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann myndin, sum byrjaði at gerast greiðari nakað út á føroysku náttuna, er nærum púra klár, nú vit koma út móti morgni:

Donald Trump fer eftir øllum at døma at koma aftur í forsetasæti í USA.

Nú tað er farið nakað av midnátt lokala tíð við lærda háskúlan Howard í Washington, D.C er tað byrjað at tømast. Har hevur valvetisla verið fyri Kamalu Harris.

Harris fer tó ikki at koma út til fólkini sjálv og tala, sum fleiri væntaðu. Sambært Reuters fer forsetavalevni ikki at hava nakra røðu í nátt, amerikanska tíð. Ístaðin verður tað einaferð í morgin; helst seinnapart føroyska tíð.

Ein talsmaður fyri hana hevur tó verið á pallinum á Howard University, har hann staðfestir, at tað verður "kempa fyri at allar atkvøður verða taldar", og at allir statir ikki eru lidnir við "uppteljingina".

Sambært fleiri miðlum er Donald Trump á veg til sína valveitslu í Florida.

Hetta kunnu vera greið tekin um, hvønn veg tað ber. Trump hevur vunnið Georgia (tikin aftur frá Biden) og North Carolina, ið eru sveiggjstatir, og er eisini rímiliga greitt á odda í hinum. Millum anað í Pennsylvania, har 90 prosent av atkvøðunum eru taldar. Harvið eru sannlíkindini fyri samaløgdum sigri til republikanaran, sambært New York Times, á yvir 90 prosentum.

Harris skal vinna í júst Pennsylvania, Wisconsin og Michigan, um varaforsetin skal hava nakran møguleika at gerast forseti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder