Fleiri gíslar verða ikki leyslatnir, áðrenn kríggið í Gazageiranum er liðugt og allir palestinskir fangar eru leyslatnir úr ísraelskum fongslum, sigur Saleh al-Arouri, næstovasti leiðari í Hamas-rørsluni.
Sambært al-Arouri eru teir gíslarnir, sum framvegis eru í Gaza, ísraelsk herfólk og menn, sum hava verið í hertænastu hjá ísraelska herinum.
Í gjár boðaði Ísrael eisini frá, at ísraelsku semingsmenninir skuldu fara heim úr Katar, har tey samráðast um eina nýggja vápnahvíld.
Hamas hevur ikki hildið sín part av seinastu avtaluni um vápnahvíld, sigur skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum í fráboðan, sum Ritzau endurgevur.
Sambært Ísrael eru allar kvinnur og børn ikki leyslatin úr Gaza. Millum gíslarnar hjá Hamas eru framvegis 20 kvinnur og tvey børn.
Men hóast Ísrael hevur sent fólk síni heim úr Katar, eru samráðingarnar ikki steðgaðar upp. Semingsmenn úr Katar samskifta framvegis við umboð hjá ísraelsku fregnartænastuni Mossad, sigur ein kelda við miðilin al-Jazeera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald