Innanlands

Eingin vøkstur í uppihalds- og arbeiðsloyvum í fjør

Talið í 2020 var tað sama sum í 2019, sigur Hagstovan

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2021-05-05 15:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu árini hevur stórur vøkstur verið í talinum á uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum, men í fjør steðgaði vøksturin upp.

Talið á loyvum í 2020 var tað sama sum í 2019, skrivar Hagstovan.

Frá 2000 til 2014 var talið á uppihalds- og arbeiðsloyvum millum eini 400 og 700, men eftir 2014 fór talið av álvara at vaksa. Vøksturin var serliga stórur í árunum 2016 – 2019.

Eitt nú kann nevnast, at talið var 422 í 2013, men í 2019 vaks tað upp um 2.000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder