Eini tíggju fólk vendu sær til løgregluna um deyðstilburð í Gundadali

Tey verða avhoyrd í næstum. Illgruni er ikki um nakað ávíst, men løgreglan vil lýsa málið á bestan hátt

(Mynd: GIS Tórshavnar kommuna)

(Mynd: GIS Tórshavnar kommuna)

2024-03-01 19:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eydnaðist løgregluni at fáa fatur á fleiri vitnum í sambandi við, at ein 19 ára gamal maður um midnáttarleitið næstseinasta leygarkvøld varð funnin lívleysur millum Tórsvøll og Gundadalshøllina.

Eini tíggju fólk vendu sær til løgregluna, og tey verða avhoyrd í næstum, sigur Kári Jacobsen, kanningarleiðari, við útvarpið.

Hann sigur, at illgruni er ikki um nakað ávíst, men løgreglan ynskir at lýsa málið á bestan hátt.

Tann 19 ára gamli maðurin doyði á Landssjúkrahúsinum dagin eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder