
Talið á nýggjum smittutilburðum fer í dag at seta met, og tað verður millum 150 og 160.
Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við dimma.fo. Landslæknaskrivstovan upplýsir eisini fyri jn.fo, at higartil eru 150 tilburðir staðfestir, men at enn eru allar kanningarnar ikki greinaðar.
Miðlar hava í dag skrivað um, at talið skal fara at eksplodera og nærkast 400 tilburðum. Hetta avsannar landslæknin.
- Eg kann vátta, at metið fyri ein einstakan dag fer í dag. Tað er tað eingin ivi um. Men vit koma ikki í nærheitini av 400 tilburðum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Dimmalætting.
Gamla metið er 111 tilburðir upp á ein dag, og tað var 3. november í ár. Fyrradagin vóru eisini nógvir tilburðir - 106 í tali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald