Uttanlands

Einki at síggja til flogfarið, ið hvarv

Flogskiparin var 60 ára gamal breti

2019-01-24 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn hava leitingarliðini í Ermasundi ikki funnið nakað, sum kann benda á, hvat hendi við lítla privatflogfarinum, sum hvarv nærhendis Alderney við fótbóltsspælaranum Emiliano Sala sum ferðafólki.

Fyrrapartin í dag verður støða tikin til, um leitingin skal halda fram í dag. Guernsey Press skrivar, at bjargingarfólkini framvegis arbeiða við fýra møguligum ímyndaðum hendingagongdum.

Flogfarið kann vera lent onkra aðra staðni uttan at menninir hava givið boð frá sær, tað er lent á sjónum og menninir bjargaðir av einum skipi, er lent á sjónum og menninir farnir í bjargingarbátin og ella flogfarið er dottið niður og menninir endaðir á sjónum.

Framvegis verður triði møguleikin hildin vera mest sannlíkur, skrivar Guernsey Press.

Tað er nú staðfest, at flogskiparin var ein 60 ára gamal breti, Dave Ibbotson frá Northern Lincolnshire.

Flogfarið av slagnum Piper PA-46-310P Malibu er skrásett í USA.

Argentinski fótbóltsleikarin. 28 ára gamli Emiliano Sala, hevði júst skrivað undir sáttmála við walisiska Premier League felagið Cardiff City, men hann náddi ongantíð fram til fyrstu venjingina, sum skuldi vera týsdagin. 

[object Object]
Fjepparar leggja blómur uttan fyri leikvøllin hjá Cardiff City (Mynd: BBC)

Les eisini: Horvni fótbóltsleikarin sendi eini boð heim áðrenn flogfarið hvarv

Les eisini: Váttað at Sala var við horvna flogfarinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder