Í septmeber í 1994 doyðu 852 fólk, tá ferjan Estonia sakk í Baltiska Havinum, tætt við Finnland. Hon var á veg frá estiska høvuðsstaðnum, Tallinn, til Stockholm við 989 fólkum umborð. Beint yvir 800 teirra vóru ferðafólk. Tað vóru ikki nógv, ið sluppu við lívinum, tá ringt veður og feilir umborð á skipinum gjørdu til, at stóra ferjan sakk. Millum annað doyðu 500 sviar í vanlukkuni, ið var tann næststørsta á sjónum í Evropa aftaná Titanic - her er talan um vanlukkur, ið ikki eru í krígstíð.
Ein av stóru feilunum umborð var, at billúkan (fremsta portrið) ikki megnaði at standa ímóti aldunum. Innasta portrið skrædnaði eisini, og og harvið tók ferjan so nógv vatn inn skjótt, og tað endaði við at hon sakk, og ein rúgva av fólkum druknaði. Hetta hava kanningar staðfest
(Her verður fremsta lúkan (hála upp frá vrakinum í Eystursjónum - Mynd: AP)
Síðani 1996 hevur eitt sakarmál koyrt í fronsku rættarskipanini. Tað hevur veirð útsett fleri ferðir og verið kært tvær ferðir. Fleiri enn 1000 fólk, harav fleiri ið yvirlivdu Estonia og familjulimir hjá offrunum, søktu um endurgjald áljóðandi 40.8 milliónir evrir. Sakarmálið var ímóti týsku skipasmiðjan Meyer-Werft, ið bygdi Estonia í 1970'árunum, og franska fyritøkan Bureau Veritas, ið góðkendi skipið.
Í dag fall hamarin, og tað varð dømt ímóti teimum ið yvirlivdu og teimum avvarandi. Rætturin í Nanterre metti ikki, at tað var nakað tilætlað, ið fyritøkurnar gjørdu, í mun til at Estonia sakk - tað vil siga, at hvørki Meyer-Werft ella Bureau Veritas kunnu sambært rættinum lastast fyri vanlukkuna. Harvið verður einki endurgjald, og tað er týski sakførarin hjá familjunum ógvuliga vónbrotin av, og hann skýrir tað eina gølu at umstøðurnar kring Estonia og ikki minst familjurnar ikki verða viðurkendar.
Kelda : AP
Uttanlands
Einki endurgjald fyri Estonia-vanlukkuna
Franski dómstólurin dømdi ímóti teimum yvir 1000, tey flestu avvarandi, ið reistu sak ímóti felagnum ið bygdu ferjuna, og tí sum góðkendu Estonia til sigling
Estonia í dýrdarveðrið - hon sakk ein heystardag fyri 25 árum síðani
2019-07-19 19:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald