Alt bendir á, at tað verður demokraturin Joe Biden, sum verður næsti forsetin í USA.
Fyrr í kvøld vann hann avgerandi svingstatin Wisconsin, sum hálaði hann upp á 248 valmenn. Sitandi forsetin, Donald Trump, hevur í løtuni 214 valmenn, av teimum 270 valmonnunum, sum skulu til fyri at vinna forsetavalið.
Enn mangla úrslit frá seks statum, og enn er óvist um ein vinnari av valinum verður funnin í dag.
Trump hevur sjálvur lýst seg sum vinnara í fýra av teimum statunum, sum ikki eru lidnir at telja enn.
Á Twitter ger hann krav uppá valmenninar í statunum Pennsylvania, Georgia, North Caroline og Michigan. Samlaða talið av valmonnunum í hesum statunum er 67, og tað hevur við sær at Trump kemur upp á 281 valmenn, og harvið fær hann meirilutan, skrivar dr.dk.
Í kvøld eru tó fleiri amerikanskir miðlar sum meta, at Joe Biden hevur vunnið Michigan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald