Ongar viðmerkingar eru enn til tilburðin í Fuglafirði týsdagin, tá ein ungur maður var funnin lívleysur og stór politiatsókn var sett í verk.
Michael Boolsen, fúti, sigur við Kringvarpið, at føroyska løgreglan fær hjálp frá donsku løgregluni til at kanna málið.
Løgreglan kemur væntandi við einum úttalilsi tá kanningarnar eru lidnar, men hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, verður sagt.
Stutt eftir klokkan 13 týsdagin kom fráboðan úr Fuglafirði um, at ein lívleysur maður lá uttandura, uttan fyri eini hús í Fuglafirði. Hetta var á Bøvegi
Løgregla í stórum tali, sløkkilið og sjúkraflutningstænasta var á staðnum, og vegurin var stongdur eina góða løtu.
Les eisini: Lok lagt á tilburðin í Fuglafirði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald