Síðan løgtingsvalið hava politisku flokkarnir havt innanhýsis fund um støðuna, og tað er framvegis Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, sum hevur rættin at skipa nýggja samgongu.
Sambært Kringvarpinum, hevur Aksel V. Johannesen tosað við hinar samgonguflokkarnar, Framsókn og Tjóðveldi, men einki ítøkiligt er avtalað.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Poul Michelsen, formaður í Framsókn vátta eisini fyri Kringvarpinum, at einki ítøkiligt er avtalað.
Eisini hevur løgmaður tosað við Sambandsflokkin og Miðflokkin um møguligt samstarv, men heldur eingin ítøkilig avtala er gjørd teirra millum.
Teir fýra andstøðuflokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin hava í løtuni fund, har møguleikarnir at skipa samgongu verða umrøddir.
Fyrrapartin í dag segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at hann mældi til, at andstøðuflokkarnir skipa samgongu.
- Tað er yvirornað um møguleikan at skipa eina samgongu millum hesar fýra flokkarnar, sum jú fingu meirilutan. Veljarin hevur givið andstøðuni meirilutan, og hann hevur kasserað samgonguna, segði hann.
Les eisini: - Veljarin hevur vrakað samgonguna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald