2020-12-17 18:30

Tað er bert ein vika til jólaaftan, og hetta er tíðin, har jólahald og jólahugni eigur nógv pláss.
Jólaskip hava leingi verið partur av hesum kring landið, men orsakað av koronastøðuni og tilmælunum eru fleiri av hesum tiltøkunum kring landið avlýst, og Tvøroyar kommunu boðar í dag frá, at ætlaða tiltakið við jólaskipinum leygardagin verður av ongum.
Hetta verður gjørt fyri at virða tilmælini frá heilsumyndugleikunum og fyri at minka um Covid-19 smittuvandan, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald