2021-12-10 17:22

Ein hugnalig løta skuldi verða í Runavík í morgin, leygardagin 11. desember klokkan 15, tá jólaskipið við jólamonnum og øllum, sum har til hoyrir, skuldi leggja at.
Men nú er tiltakið fyribils útsett. Tað skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari seinnapartin.
Tað verður ikki gjørt greitt, hví tað er útsett, ella nær jólaskipið kemur ístaðin, men nærri kunning kemur seinni, boðar Runavíkar kommuna frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald