Siðbundna nýggjárskonsertin verður í ár send út í stovuna hjá hvørjum húski í Føroyum.
- Vit vita øll, at árið í ár er ørðvísi enn onnur ár. Nýggjárskonsertin verður eisini ørðvísi, við tað, at einki kór luttekur og eingin áhoyrarar eru í salinum, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni.
- Vit eru tó sera fegin um at geva tær møguleikan at hoyra og síggja Føroya Symfoniorkestur, við góðari hjálp frá núverandi og fyrrverandi næmingum úr musikkskúlunum, heima í fjálgu stovuni.
Spennandi skráin er á tremur við brellbitum av hægstu góðsku. Ernst Remmel framførir 3. sats av trompetkonsertini hjá Hummel í E-dur, og Johannes Andreasen fer at spæla klaverkonsert í A-dur eftir Mozart.
Birita Poulsen, Mike Viderø umframt sangbólkurin Sway við Katrinu Olsen, Daniu Tausen og Marionnu Nagata trína eisini á pallin.
Bernharður Wilkinson, leiðir Føroya Symfoniorkestur og solistar trygt gjøgnum konsertina.
Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 9. januar kl. 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald