Innanlands

Einki samband millum partarnar

Lítið røkist fyri at ein semja fæst í bræði millum Pedagogfelagið og kommunala arbeiðsgevarafelagið

2021-05-25 14:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin vrakaði Føroya Pedagogfelag semingsuppskotið hjá Semingsstovninum. Síðani hevur einki samband verið millum partarnar.

Kringvarpið skrivar, at lítið røkist fyri, at ein semja fæst í bræði millum stríðandi partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, tí partarnir í løtuni bara bíða eftir hvørjum øðrum: Teir halda hvør í sínum lagi, at mótparturin eigur næsta leikin, og semingsstovnurin bíðar eftir báðum pørtum. 

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir á, at har varð semingsuppskotið samtykt, og at bólturin harvið liggur hjá Pedagogfelagnum. Leiðarin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Anita Fuglø, vísir Kringvarpinum á, at so leingi einki nýtt er at samráðast um, so eru ongar samráðingar

- Vit vænta, at mótparturin umhugsar støðuna og kemur við einum betri útspæli. Eitt útspæl, har víst verður á veruligar batar, sum tryggja økið í framtíðini, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at so leingi sum at ábendingar ikki eru um, at onkur partur vil flyta seg, so ger Semingsstovnurin ikki meira.

Sáttmálin hjá pedagogunum fór úr gildi 1. oktober í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder