Mentan

Einki tiltak tá jólatræið verður tendrað

Hinvegin verður nógv annað á skránni leygardagin 28. november

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-20 17:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin í næstu viku, 28. november, verður jólatræið á Tinghúsvøllinum tendrað, men í ár verður einki tiltak á Vaglinum.

- Ein rúgva av fólki plagar at koma saman, tá jólamenninir við góðari hjálp frá Tórshavnar sløkkiliði og teimum mongu børnunum, sum hyggja at, tendra stóra jólatræið, sigur Visit Tórshavn.

Men árið í ár er ikki sum onnur ár, og heldur ikki jólatræið sleppur undan ávirkanini frá korona, tí tað verður einki tiltak á Vaglinum í ár, sum tað annars plagar at vera.

- Kortini sleppur korona ikki at oyðileggja jólahýrin í miðbýnum. Leygardagin 28. november verða bæði jólamenn, sum alla náttina hava stríðst við at tendra træið, og tónleikur at hoyra í býnum, sum aftur í ár er pyntaður við vøkrum granni og jólaperum.

Sum nakað nýtt verður eisini forvitnisligur jólamarknaður við jólasmáttum og nógvum virksemi á økinum uttanfyri ráðhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder