Innanlands

Einki verkfall enn

Samráðingar eru framvegis millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini, og so leingi hendan støðan er, verður eingin arbeiðssteðgur. Hetta sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Kringvarpið

Terje Sigurðsson, semingsmaður

Terje Sigurðsson, semingsmaður

2022-05-24 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani slitnaðu samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fýra arbeiðarafeløgini - tey í Tórshavn og í Klaksvík - og boð vóru send eftir semingsstovninum.

Les eisini: Semingsfólk boðsend

Sáttmálin varð aftur fyribils longdur - hesaferð til á midnátt í gjárkvøldið - og fyrrapartin í gjár varð farið undir semingsroynd við semingsfólki.

Hetta skrivar Kringvarpið.

Terje Sigurðsson sigur við KVF, at meðan samráðingarnar eru í gongd, verður eingin arbeiðsstegður.

Partarnir samráðast framvegis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder