
Vælveruøkið í svimjihøllini í Klaksvík sum lat upp á heysti 2018 verður nú útbygt nakað. Talan er millum annað um økið uttanfyri, sum verður gjørt betri við einum útisauna.
Tilboð eru heintað inn frá veitarum til arbeiðið, sum starvsfólk á ítróttardeplinum í Klaksvík eisini verða partur av, og kostnaðurin er góðar 1,6 milliónir krónur.
Ein millión er longu sett av á verandi fíggjarætlan. Góðar 300.000 krónur verða fíggjaðar umvegis raksturin av svimjihøllini, og tær 250.000 sum resta í, hevur Klaksvíkar býráð einmælt samtykt at flyta frá verkætlanini “spæliland” til “vælveruøki”.
Fyrrverandi forkvinnan í mentanarnevndini, Signhild V. Johannesen og fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim, fegnaðust um málið á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
- Tað hevur allatíðina ligið í kortinum, at hetta skuldi mennast víðari. Og vitandi um, at inntøkurnar frá vælveruni vóru góðar, so hevði man tosað um, at svimjihøllin kundi fíggja útbyggingina sjálv, men orsakað av korona í 2020 steðgaðu inntøkurnar, og tí valdi man at seta pengar av í ár, segði Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, sum var forkvinna í mentanarnevndini í seinastu setu.
- Umsetningurin hjá svimjihøllini er vaksin markant síðani vælveruøkið lat upp. Tað er øgiliga spennandi, tí kanska vit einaferð koma har til at svimjihøllin kann hvíla í sær sjálvum, segði fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim, á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja hana størri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald