Einrøðuleikur í skúlanum á Viðareiði í kvøld

"Kom bara inn, eg skal ikki gráta” lýsir eitt tíðarskeið, tá føroysk børn vóru send á donsk sjúkrahús og stovnar, meðan foreldur teirra vóru eftir í Føroyum. Jógvan Andrias Joensen framførir í kvøld klokkan 20 - Ria Tórgarð hevur skrivað leikin, leikstjórnað og pallsett

Mynd: Haldur Suni Johansen

Mynd: Haldur Suni Johansen

2022-05-19 13:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Einrøðuleikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” verður sýndur í skúlanum á Viðareiði í kvøld kl 20.

Leikurin lýsir eitt tíðarskeið, tá føroysk børn vóru send á donsk sjúkrahús og stovnar, meðan foreldur teirra vóru eftir í Føroyum.

- Áskoðarin verður boðin við inn í eitt ókent landslag, har ein skuldi trúð, at allar brýr vóru brendar, har bara illgras vaks, men so er ikki. Og heldur enn brá av tómleika hoyrist vónleikur.

Til ber at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo ella hálvan tíma undan sýning við dyrnar.

Tað er Ria Tórgarð, sum hevur skrivað leikin, leikstjórna og pallsett. Tónleik og ljóðmynd Edvard Nyholm Debess. Hugskot, yrkingar og frásøgn Jógvan Andrias Joensen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder