Innanlands

Einrøðuleikur verður sýndur í Mentanarhøllini mikukvøldið

Talan er um leikin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” hjá Jógvani Andrias Joensen, ið snýr seg um at hava sjúkuna Calve Perthes og at vera sendur av landinum í heilt ungum aldri. Tað er Ria Tórgarð, ið hevur skrivað leikritið, eigur hugskotið til pallsetingina og sum leikstjórnar

Mynd: Eiðis kommuna

Mynd: Eiðis kommuna

2022-04-21 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum tann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur.

Høvuðspersónurin í einrøðuleikin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” hevur Calve Perthes, ein mjadnasjúka, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd alt fyri eitt, tá hon verður uppdagað.

Einrøðuleikurin, sum setir fokus á hetta viðkvæma evnið, verður sýndur í Mentanarhøllini mikukvøkdið 27. apríl.

Hugskotið til hann stavar frá klaksvíkinginum Jógvani Andrias Joensen, sum sjálvur fekk staðfest sjúkuna í 1963, og sum 3 ára gamal varð sendur á Refsnes í Kalundborg, har hann varð innskrivaður í meira enn 2 ár.

- Føroyingar við nevndu sjúku og familjur teirra, hava ivaleyst havt ymsar avbjóðingar. Lítið er granskað á hesum øki, so vit vita lítið um hvørji hjáárin stóðust av, at smábørn vórðu send burtur.

Tað er Ria Tórgarð, ið hevur skrivað leikritið. Ria eigur eisini hugskot til pallsetanina, og hon leikstjórnar einrøðuleikurin

Heimasíðan hjá Eiðis kommunu skrivar, at sýningin mikudagin byrjar klokkan 20:00. Atgongumerki kunnu keypast her

[object Object]

Rættað: 20.35

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder