Ein fílur, ið er vorðin nevndur "einsamallasti fílur í heiminum", fær nú nýtt heim.
35 ára gamli hannfílurin Kavaan varð í dag fluttur úr uppslitna djóragarðinum í Islamabad í Pakistan, har hann hevur búð meginpartin av lívinum, skrivar DR.
Stríðsfólk hava síðan 2015 roynt at bjarga fílinum, sum í fleiri tíðarskeiðum, hevur verið bundin og verið einasti fílurin í djóragarðinum. Kavaan vigar eisini ov nógv og hevur skaddar føtur.
Hægstirætturin í Pakistan gjørdi tó greitt í mai, at djóragarðurin í Islamabad skuldi lata aftur, tí korini vóru ov vánalig. Tað er í hesum sambandi, at Kavaan eisini fær nýtt heim. Framyvir skal hann búgva í einum fílareservati í Kambodja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald