Í kvøld var ársins handan av Geytavirðislønini á skránni í Norðurlandahúsinum, og eins og undanfarin ár, skuldu tvær virðislønir latast – Geytin og Áskoðaravirðislønin.
Runavíkar kommuna lat 40.000 krónur til Geytavinnaran, og Tórshavnar kommuna lat 30.000 krónur til vinnaran av Áskoðaravirðislønini.
Hetta var annað árið á rað, at til bar at fylgja við handanini í sjónvarpinum, og hetta gjørdist eisini annað árið á rað, at ein vinnari fór av stað við øllum.
Filmurin "Sálarkvøl" hjá Eir í Ólavsstovu vann nevniliga bæði Áskoðaravirðislønina og Geytan.
Sálarkvøl er ein heimildarfilmur, sum Eir í Ólavsstovu hevur gjørt um vinkonu sína, listakvinnuna Elin Josefinu Smith, sum eisini hevur verið at sæð í Kringvarpinum.
Hetta er fjórðu ferð í søguni hjá Geytavirðislønini, at ein vinnari fer av stað við báðum virðislønum. Tað hendi eisini í 2014 (Skuld, Heiðrikur á Heygum), 2016 (Et knæk, Andrias Høgenni), og í 2021 (Handanland, Barbara Lervig).
13 filmar vórðu sendir inn til Geytan í ár, og av teimum valdi dómsnevndin seks filmar at vísa á Geytakvøldinum.
Umframt "Sálarkvøl", vóru filmarnir hesir:
- Ver Her – Maria Winther Olsen
- Tokskinnarin – Terji Mohr
- Typiskt - Sølvi Næs Hoydal
- Steinbíturin - Klippfisk (Dina Fríða Poulsen)
- Nonstop - Sølvi Næs Hoydal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald