Í farnu viku vóru setanarsamrøður í Listasavninum á Sandi. Tríggir væl skikkaðir umsøkjarar vóru til samrøðu. Tá avtornaði valdi setanarbólkurin at seta Eir í Ólavsstovu sum savnsvørð.
Eir er búsitandi á Sandi. Hon hevur arbeitt við myndlist í nógv ár og hevur sera stóra vitan og áhuga innan økið. Ein av hennara størstu styrkjum eru evnini at miðla list til bæði børn og vaksin. Hetta kemur nú savninum til góðar.
Eir hevur drúgvar royndir úr Kringvarpinum, har hon m.a. hevur gjørt mentanarsendingar. Hon hevur harumframt arbeitt sum fyrisitingarleiðari í Meginfelag Áhugaleikara Føroya. Hon er útbúgvin cand.comm. frá Roskilde Universitetscenter og er harumframt útbúgvin sjónleikari.
Listasavnið, ið er opið dagliga í summarmánaðunum, lat aftur 31. august og er nú opið eftir avtalu og tá tiltøk eru.
Innanlands
Eir í Ólavstovu skal standa á odda fyri Listasavninum á Sandi
Eir hevur arbeitt við myndlist í fleiri ár og hevur millum annað drúgvar royndir úr Kringvarpinum
2019-09-16 13:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald