Innanlands

Eirik Suni Danielsen nýggjur leiðari í Tilhaldinum

Hann tekur við starvinum 1. desember

Eirik Suni Danielsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Eirik Suni Danielsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-11-05 06:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eirik Suni Danielsen verður nýggjur leiðari í Tilhaldinum í Tórshavnar kommunu, og tekur við starvinum 1. desember.

Eirik Suni Danielsen er 60 ára gamal, og hann er føddur og uppvaksin í Havn.  

Eirik Suni er útbúgvin timburmaður og hevur smíðað nøkur ár. Hann hevur eisini undirvíst úti á Timburdeildini á Tekniska Skúla, og í hesum sambandi tók hann pedagogikum niðri. Í nítiárunum fór hann aftur til Danmarkar at nema sær útbúgving sum byggifrøðingur, og arbeiddi síðani nøkur ár bæði niðri og heima. Síðani fór hann aftur at undirvísa á Tekniska Skúla, og í 2004 yvirtóku tey Gjáargarð og róku gistingarhús norðuri við Gjógv, í heili 15 ár.

Samanlagt hevur Eirik Suni fingist við nógv ymiskt, bæði innan handverk, undirvísing, tænastuvinnu og fyrisiting; Fjølbroyttar royndir sum uttan iva fara at koma væl við í starvinum sum leiðari í Tilhaldinum.  

Og Eirik Suni gleðir seg til at fara til verka: “Tilhaldið er eitt gott og fjølbroytt tilboð fyri eldri borgarar, sum er væl vitjað og væl dámt. Og eg eri vísur í at eg fari at stórtrívast í hesum starvinum, tí mær dámar væl at hava við fólk at gera. Hetta starvið hevur so nógv í sær, bæði tann menniskjansliga kontaktin og tænastuparturin, og samstundis eisini hetta við handverkinum og frálæruni.”

Tá nýggi leiðarin í Tilhaldinum vitjaði niðri á Vaglinum seinnapartin, var tað stuttligt at minnast aftur á ta tíðina tá Eirik Suni lærdi til timburmann, seinast í sjeytiárunum. Tá hann byrjaði í læru í 1978 gekk undirvísingin hjá tekniska skúla fyri seg í gamla bankanum í Tórsgøtu, í júst sama bygningi har Tilhaldið húsast í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder