Innanlands

Eirikur í Jákupsstovu stillar upp fyri E

Enn eitt fyrrverandi miðlafólk á listan hjá Tjóðveldi

2022-11-14 15:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vinnu- og mentanarstjórin í Klaksvík, sum fyri kortum segði upp fyri at starvast sum skrivari fyri Tjóðveldi á tingi, verður við á tjóðveldislistanum til komandi løgtingsval.

Eirikur í Jákupsstovu av Eiði hevur boðað frá, at hann verður á listanum, umboðandi valfelagið hjá Tjóðveldi í Norðuroyggjum.

Eirikur í Jákupsstovu var eitt kent navn í føroyskum miðlum - hann starvaðist fyrst fyri Miðlahúsið og seinni Kringvarpið - áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa løgfrøði.

Heimafturkomin búsettist Eirikur, í Klaksvík haðani konan er. 1. januar 2019 varð hann settur í starv sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Nú í summar boðaði hann frá, at hann gavst í leiðandi starvi sínum í Klaksvíkar kommunu fyri at gerast ráðgevi hjá Tjóðveldi í tinginum og í flokkinum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder