Innanlands

Eisini Betri Banki tillagar út- og innlánsrenturnar

BankNordik boðaði frá hækkaðum rentum fyrr í dag, og nú boðar Betri Banki frá tí sama

(Savnsmynd: Betri)

(Savnsmynd: Betri)

2022-09-09 16:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum væntað hækkaðu Evropeiski og Danski Tjóðbankin í gjár leiðandi rentuna við 0,75 prosentstigum. Betri Banki hækkar tí eisini út- og innlánsrenturnar.

Útlánsrenturnar hjá privatkundum hækka við upp til 0,45 posentstigum. Samstundis hækka innlánsrenturnar. Millum annað hækkar rentan á bústaðarkontum til 0,75 prosent og á eftirlønarkontum til 0,50 proent.

[object Object]

Fyri vinnukundar hækka útlansrenturnar við upp til 0,45 prosentstigum, meðan negativa innlánsrentan hjá vinnukundum verður strikað.

Broytingin kemur í gildi 20. oktober.

Les eisini: BankNordik hækkar rentuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder