Norska apoteksverkið og Fólkaheilsustovnurin hava í dag fingið boð um, at tveir persónar eru deyðir nakrar dagar eftir at teir vóru koppsettir móti korona. Teir vóru búsitandi á ellisheimi.
Nú skal kannast um deyðsorsøkin hevur nakað við koppsetingina at gera, skrivar norska apoteksverkið í tíðindaskrivi, sambært NRK.
Les eisini: Ísland: Fýra fólk deyð aftaná koppseting móti korona
Í Noreg vaksinera tey nú tey veikastu og tey í vandabólkinum við alvorligum sjúkum.
- Tá doyr væntandi onkur stutt áðrenn ella stutt aftaná koppsetingina. Men vit mugu kanna um tað er vaksinan, sum er deyðsorsøk ella um tað er tilvildarligt, at tað hendir so stutt eftir koppsetingina, sigur Steinar Madsen frá apoteksverkinum við NRK.
Kanningarnar sum liggja til grund fyri fyribils góðkenningini av koppingarevninum umfata ikki fólk eldri enn 85 ár, skrivar NRK.
- Tí vita vit lítið um hvussu møgulig hjáárin ávirka tey allar elstu. Vit vænta, at møgulig hjáárin eru tey somu sum hjá teimum elstu sum í yngru aldurbólkunum. Hetta er nakað vit fylgja væl við í, sigur Steinar Madsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald