2022-02-09 15:04
Koronasmittan hevur av álvara funnið veg inn í evropeisku kongshúsini.
Í morgun boðaði danska kongshúsið frá, at 81 ára gamla Margreta II drotning, sum í ár hevur sitið 50 ár á trónuni, er vorðin smittað við korona.
Les: Margreta drotning fingið koronu
Í dag kundi spanska kongshúsið so boðað frá, at eisini 54 ára gamli Felipe VI kongur er testaður positivur. Eins og skyldkonan í Keypmannahavn (Felipe og Margrete eru bæði eftirkomarar av Victoria drotning í Onglandi) er bert talan um veik sjúkueyðkenni, verður sagt.
Spanski kongurin varð testaður positivur í morgun, eftir at hann kendi seg illa í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald