2021-01-05 15:58

20. desember lótu tey trý sjúkrahúsini í landinum aftur fyri vitjandi fyri triðju ferð í 2020. Hetta var fyri at binda um heilan fingur í mun til vaksandi smittutøl.
Koronastøðan ger, at sjúkrahúsini framhaldandi fara at verða latin aftur fyri vitjandi - fyribils fram til 15. januar.
Sjúkrahúsverkið boðar tó frá, at um serligar umstøður eru, sum tala fyri at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald