Innanlands

Eitt ár í fongsli fyri átta kilo av hassji

Tað gingu bert nakrir tímar frá handtøkuni við Eystaru Bryggju til útlendska kvinnan hevði fingið dóm í Føroya rætti

Stóra mongdin av hassji varð funnin, tá kvinnan kom til landið við Norrønu. Dómurin er treytaleystur og skal sitast í Danmark (Mynd: FØroya Rættur)

Stóra mongdin av hassji varð funnin, tá kvinnan kom til landið við Norrønu. Dómurin er treytaleystur og skal sitast í Danmark (Mynd: FØroya Rættur)

2025-02-12 08:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Javnan gongur fitt av tíð ella heilt long tíð frá handtøku til ein dóm í Føroya Rætti, men í gjár gekk skjótt.

Hetta hongur millum annað saman við, at handtikni persónurin játtaði seg sekan. 

Kringvarpið skrivar, at talan var um eina útlendska kvinnu í 50'árunum. Illgruni var um hana, tá kvinnan kom við Norrønu.

Viðføri varð kannað, og har funnu tollararnir hassj.

Mongdin var heili átta kilo. Fyri hetta varð tann handtikna dømd í Føroya Rætti seinnapartin týsdagin.

Revsingin var eitt ár - talan er um trytaleysan dóm, og sambært løgregluni skal hon sita dómin í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder