2023-12-18 16:13
Ein 58 ára gamal maður er í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri kynsliga misnýtslu av børnum.
Tað skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum. Tað er serliga farið fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3.
Maðurin fekk eisini eitt tíðaróavmarkað kontaktforboð, sum er forboð fyri, gjøgnum internetið ella tílíka skipan, at royna at fáa samband við børn undir 18 ár.
Bæði dømdi og ákæruvaldið hava nú 14 dagar at kæra dómin.
Maðurin situr framhaldandi í varðhaldi, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald