Innanlands

Eitt ár síðan álopið á Ísrael: Minningarhald í Løkshøll

Í kvøld kl. 19.30 verður minningarhald í Løkshøll í Runavík í sambandi við, at eitt ár er liðið, síðan Hamas leyp á Ísrael

Avvarðandi minnast tey, sum lótu lív á Supernova tónleikafestivalinum 7. oktober í fjør, tá Hamas leyp á Ísrael (Mynd: EPA)

Avvarðandi minnast tey, sum lótu lív á Supernova tónleikafestivalinum 7. oktober í fjør, tá Hamas leyp á Ísrael (Mynd: EPA)

2024-10-07 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld klokkan 19.30 verður minningarhald í Løkshøll í Runavík í sambandi við, at tað í dag er eitt ár síðan Ísrael var álopið av Hamas.

Umleið 1.200 fólk vórðu dripin, og 251 fólk vórðu tikin til gísla 7. oktober 2023. Eitt ár seinni verður mett, at 101 gíslar framvegis eru í Gaza.

Á tiltakinum í Løkshøll í kvøld luttekur miðeysturtíðindamaðurin, Jotam Confino á stórskíggja beinleiðis úr Tel Aviv. Jotam er m.a. regluliga tíðindamaður hjá heimsins stóru tíðindastovunum eins og BBC og CNN.

Eisini verður sangframførsla, stutt innsløg við ymiskum fólkum, og beinleiðis stroyming. Eftir tiltakið, sum er ókeypis, er drekkamuður.

Fyriskiparar av minningarhaldinum eru Vinafelagið Føroyar- Ísrael, ICEJ Føroyar og Ísraelsmissiónin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder