Uttanlands

Eitt ár síðan thailendsku fótbóltsdreingirnir vórðu fangaðir í helli

Bjargingin av dreingjunum varð hátíðarhildin við marathon renning og súkkling í Norðurtailandi í dag

Mynd: DR

Mynd: DR

2019-06-23 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er júst eitt ár liðið, síðan 12 tailendskir fótbóltsdreingirnir og venjari teirra hvurvu í Tham Luang-hellinum í Norðurtailandi.

Teir endaðu við at sita fangaðir har í 18 dagar, men allir sluppu teir undan við lívinum, og hava teir tað gott í dag.

Søgan vakti ans kring heimin, og eru ætlanir eisini gjørdar um at framleiða eina Netflix-røð um hendingina.

Bjargingin av dreingjunum varð hátíðarhildin við marathon renning og súkkling í Norðurtailandi.

Um 4000 fólk luttóku, harímillum nakrir av dreingjunum saman við venjara teirra, umframt onkrir av kavarunum, sum høvdu verið við til at bjarga teimum úr hellinum í fjør.

Tað var 23. juni 2018, at dreingirnir, ið allir vóru millum 12 og 16 ár, saman við venjara vóru farnir ein túr til Tham-Luang-hellið aftaná eina venjing. Tað regnaði illa, og tað var orsakað av veðrinum, at hellið varð avbyrgt, so teir til endans sótu fangaðir harinni.

Tá teir ikki komu heim aftur, gjørdust fólk bangin um teir, og tað var ein 13 ára gamal liðfelagi hjá teimum, sum var vorðin avheintaður beint aftaná venjingini, sum segði frá, at hinir høvdu tosað um at fara til Tham Luang-hellið.

Súkklur og taskur vórðu síðani funnar beint uttanfyri hellið, og myndugleikarnir fingu boð um hetta, og bjargingararbeiðið fór í gongd. 

Bjargingarfólk úr øllum heiminum luttóku í bjargingararbeiðnum.

Níggju dagar gingu tó, áðrenn dreingirnir vórðu funnir av einum bretskum kavara. 

Ikki fyrr enn 15 dagar vóru farnir, eydnaðist tað at bjarga teimum fyrstu dreingjunum. Innanfyri 18 dagar vórðu allir 12 dreingir og 25 ára gamli venjari teirra bjargaður.

- Summi siga, at dreingirnir ikki hava uppiborið allan heiðurin, men eg haldi, tað er fantastiskt, at teir megnaðu at yvirliva í einum helli í 18 dagar. Har finnast ikki nógv, sum høvdu klárað tað, sum teir kláraðu, og hetta mugu vit viðurkenna, sigur bretski kavarin, Vernon Unsworth, sum luttók í dagsins hátíðarhaldi, við DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder