Í dag er eitt ár farið síðan svenski skúlanæmingurin Greta Thunberg fyrstu ferð skulkaði frá skúlanum fyri at gera politikararnar varugar við veðurlagskreppuna.
Upp á bert eitt ár er tað eydnast Gretu Thunberg at broytast frá at vera eitt einsamalt mótmælisfólk til at vera oddvitin í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum.
Mánadagin 20. august 2018 stillaði tá 15 ára gamla Thunberg seg fyrstu ferð framman fyrk ríkisdagin í svenska høvuðsstaðnum við einum skelti, har tað stóð ”Skúlaverkfall fyri veðurlagnum”.
Í september í fjør fóru svenskir tannáringar í holt við at halda skúlaverkfall hvønn fríggjadag undir heitinum ”Fridays for Future” fyri at fáa politikararnar til at taka veðurlagsavbjóðingarnar í álvara.
Hetta breiddi seg skjótt til onnur lond. Í mars mánaði í ár náddi talið av skúlanæmingum, sum vóru við í heimsumfatandi skúlaverkfallinum, upp á yvir tvær milliónir í 135 ymsum londum, skrivar Reuters.
Harvið er Greta Thunberg vorðin súmbolið fyri stíðið hjá unga ættarliðnum móti veðurlagsbroytingunum. Hon hartar tey vaksnu fyri at ”skíta á” framtíðina hjá unga ættarliðnum við ikki at gera nakað.
Tann nú 16 ára gamla svenska gentan hevur hildið røður fyri politikarum og stjórum úr øllum heiminum. Hon er tilnevnd friðarvirðisløn Nobels, og er skýrd at vera ein av heimsins mest árinsmiklu persónunum sambært amerikanska blaðnum Time.
Og meðan summi síggja hana sum ein frelsara, so eru tað tað onnur, ið ikki orka fyri henni. Franskir politikararar hava eitt nú háðandi kallað hana fyri ein møguligur móttakari av ”nobelheiðurslønini fyri at skapa ótta”.
Persónligu álopini á svian tykjast at koma frá fólkum, ið eru rættiliga langt úti á politiska høgraveinginum, staðfestir bretska blaðið GQ.
Sjálv tekur Greta Thunberg hesar ákærurnar við ró.
- Tað er løgið, at tey havast at mær persónliga. Hvussu eg eri, hvør eg eri, hvør foreldur míni eru og hvat eg átti at gjørt. Tað vísir, at tey ikki kunna grundgeva fyri teirra søk, sigur Greta Thunberg.
Hóast nógvu skulkidagarnar er Thunberg nú liðug við fólkaskúlan. Hon tekur nú eitt sabbatár fyri at arbeiða fyri veðurlagnum burturav.
Fyrsti steðgur er New York har tað er veðurlagstoppfundur í september. Fyri ikki at økja um veðurlagskreppuna, hevur hon valt at sigla til USA í einum seglbáti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald