Uttanlands

Eitt ár við mótmælum frá Gulu Vestunum

46 fólk eru handtikin í ófriðinum í París í dag, har Gulu Vestarnir marka eitt ársdag.

(Mynd: Scanpix)

(Mynd: Scanpix)

2019-11-16 17:34 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Hóast tað ikki hava verið tey stóru mótmælini teir síðstu mánaðirnir, so hava teir Gulu Vestarnir í dag gjørt um seg í París, har tað hevur verið ófriður í franska høvuðsstaðnum, nú tað er eitt ár síðani fyrstu mótmælini.  

Bilar eru koppaðir á takið, bál loga í gøtuni og herverk eru framd ímóti handlum og bankum, har rútar eru knústir.

Hetta hevur ført við sær, at løgreglan hevur følt seg trýst til at nýta táragass til, at fáa tamarhald á støðuni. Løgreglan hevur handtikið 46 fólk ísamband við ófriðin.

Mótmælini byrjaðu tá franski forsetin, Emmanuel Macron ynskti at leggja umhvørvisavgjald á brennievni. Macron tók síðani hugskotið aftur, men mótmælini hava hildið fram, har tey nú krevja at Macron skal leggja sítt nýskipanaðar ídni í teymar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder