Mentan

Eitt av fremstu ungdómskórum í Danmark á ferð í Føroyum

Kóri Aarhus U hevur konsertir í Fuglafirði, Klaksvík, Havn og Gøtu

Aarhus U (Mynd: Laurids Juul Langballe)

Aarhus U (Mynd: Laurids Juul Langballe)

2022-07-25 08:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 26, til 31. Juli kemur kórið Aarhus U á vitjan, og fer at hava fýra konsertir í Føroyum

Aarhus U, sum kórið nevnist, er eitt blandað ungdómskór úr Aarhus, sum telur 40 ágrýtnar kórsangarar í aldrinum 15 til 26 ár. Við sínum 40 sangarum er kórið eisini tað størsta av sínum slag í Danmark.

Kórið hevur útmerkað seg við m.a. at vinna gull á European Choir Games í 2019 í bólkinum “Chamber Choirs and Vocal Groups” og fekk eisini gull í bólkinum “Grand Prix of Nations”.

Summarið 2021 hevði kórið eina “Dómkirkju turné”, við konsertum í øllum teimum donsku dómkirkjunum. Kórið hevur eisini sungið beinleiðis í Danmarks Radio, framført fyri H.M. Drotning Margrethu, og sungið saman við Tina Dickow og Aarhus Jazz Orkestri.

Síðan oktober 2017 hevur Jonas Rasmussen staðið á odda fyri Aarhus U. Jonas hevur útbúgving sum kórleiðari frá “Kungliga Musikhögskolan i Stockholm” og “University of Cambridge í Englandi”, og hevur við sínum trimum kórum, Akademisk Kor Århus, barbershopkórinum BarbAros og ungdómskórinum Aarhus U, vunnið fleiri altjóða virðislønir.

Jonas er eisini kórkonsulentur fyri KORLIV, sum er kórfelagsskapurin hjá donsku fólkakirkjuni. Hann undirvísir í kórleiðslu á  “Det Jyske Musikkonservatorium”, og er harumframt eisini basssangari í barbershopkvartettini HusAar.

Lívsins sangur

Á hesi kórferðini framførir Aarhus U ymisk kórverk, undir høvuðsevninum “Lívsins sangur”. Gjøgnum konsertina verða áhoyrararnir soleiðis leiddir gjøgnum eina ferð, sum gongur frá barndómi til deyða. Skráin er samansett soleiðis, at tey einstøku verkini umboða ymiskar fasur í einum mannalívi. Kórverkini siga bæði frá arging í barnagørðum, ungan kærleika, giftarmál, hjúnaskilnað, lívskreppur og hugsanir um deyðan.

Á Føroyaferðini fer kórið at hava hesar konsertir. Allar konsertirnar eru ókeypis:

26. juli kl 16: Fuglafjarðar kirkja
26. juli kl 19.30: Christianskirkjuni í Klaksvík
27. juli kl. 16.30: Dómkirkjuni í Havn
31. juli kl. 16: Endabrak – konsert í Gøtu Kirkju saman við Gøtu Kirkju Ungdómskóri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder